Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um, at olja var komin á vegin á Dalavegnum. Onkur bilur var farin á glið, men hann rakti einki, so eingin skaði var.
Løgreglan fylgdi oljuslóðini heilt oman á oljugoymslurnar á Viðarnesi, har tey høvdu fylt ein tangabil, sum skuldi til Suðuroyar.
Løgreglan sigur, at tey sóu, at olja var á vegnum fleiri staðni á rutuni av Viðarnesi og heilt umborð á Smyril. Løgreglan ringdi umborð á Smyril, og tá ið tey kannaðu bilin, varnaðust tey, at hann lak olju um ein ventil, ella onkrastaðni. Hann luktaði eisini illa í olju, so hann varð koyrdur í land aftur, tí manningin á Smyrli vildi ikki hava hann við.
Løgreglan fekk eisini boð um eina aðra oljudálking í gjár. Tað var táið fólk varnaðust, at tað stóð ramur oljuluktur upp úr ánnií plantasjuni. Kannað verður, hvaðani oljan kemur, men fyribils er eitt boð, at keldan er gamla húsið við niðara vøll í Gundadali, sum verður tikið niður.