Laila av Reyni gjørt føroyskan búna

Ein av vertunum á Rás2, Barbara Holm, er í dag í einari serstakari útgávu av føroyska búnanum, sum Laila av Reyni hevur sniðgivið og framleitt.

Ein av vertunum á Rás2, Barbara Holm, er í dag í einari serstakari útgávu av føroyska búnanum, sum Laila av Reyni hevur sniðgivið og framleitt.

Barbara Holm hevur áður verið ílatin í kjólum frá Lailu av Reyni, eitt nú til FMA tiltakið fyrr í ár, og soleiðis er aftur nú á Ólavsøku.

Talan er um eina blanding millum vanliga føroyska búnan og stakkin. Kjólin er heilur, og er eitt korsett og langur niðurdeilur við leðri í.

- Eg eri ótrúliga glað fyri kjólan, og haldi veruliga Laila er framúr dugnalig, sigur Barbara Holm.

Hóast fólk eru ójøvn á máli um hvørt tað er rætt at broyta siðbundna búnan, er Barbara ikki í iva.

- Eg haldi tað er umráðandi, at vit vita hvussu siðbundni búnin er samansettur, og tað skulu vit ongantíð gloyma. Men eg haldi tað er frálíkt, at fólk seta síni egnu fingramerki á síni pløgg. Tað gevur búnanum nýtt lív, sigur Barbara Holm.

Silvurið í búnanum er frá Silvursnið, sum júst er upplatin, og framleiðir fleiri nýggj sløg av mallum og øðrum til føroyska búnan.