Laid Back á G!

G! hevur kunngjørt fýra nýggj nøvn, sum skulu spæla í Gøtu í summar. Eitt av hesum nøvnum er danski 80'ara bólkurin Laid Back. Hini trý nøvnini eru Den Sorte Skole, sum somuleiðis kemur úr Danmark, og so føroysku Benjamin og Marius.

 

Laid Back varð stovnað í 1979, og bólkurin er best kendur fyri hitt sum Sunshine Reggae, Bakerman og White Horse, sum komu út fyrst í áttatiárunum. Hetta var eisini tíðarskeiðið, ið bólkurin gjørdi mest um seg, men hóast hetta hevur bólkrin verið virkin øll 34 árini.

Laid Back hevur givið út 11 útgávur, tann seinasta var Cosyland, sum kom út í fjør.

 

Den Sorte Skole eru fyrstafloks diskarar – eitt DJ-kollektiv, sum danir rópa tað – sum nú koma við teirra triðja útspæli, Lektion #3. Teir tríggir oddamenninir í bólkinum, Simon Dokkedal, Martin Fernando Jakobsen og Martin Højland funnu saman í 2003. Í 2005 kom fyrsta fløgan, Lektion #1 og í 2008 kom Lektion #2. Báðar fingu óvanliga góða móttøku, bæði millum ummælarar og fjøldina. Umframt tað hevur bólkurin eisini gjørt eina EP kallað Svinemalkeren frá 2007.

 

Marius og Benjamin kenna føroyingar flest. 2012 var eitt ógvuliga hendaríkt ár hjá báðum, har sáttmálar við útlendsk feløg vórðu undirskrivaðir og konsertferðir vóru í fleiri ymsum londum. Báðir hava spælt á G! áður og fyriskipararnir halda, at tað hava teir gjørt so mikið væl, at teir aftur í ár skulu spæla í Gøtu.

 

Sí annars sjónbandalagið við Laid Back og Sunshine Reggae niðanfyri.