Verjuspælarin Philipp Lahm skal nú standa skúlarætt hjá leiðsluni í týska stórfelagnum FC Bayern. Orsøkin til tað er, at Lahm hevur funnist at, hvussu felagið hevur keypt og selt spælarar. Stjórin í felagnum, Uli Hoeness er misnøgdur við útsagnir hjá Lahm, og hann sigur avgjørdur, at Lahm hevur brotið reglarnar hjá felagnum, og tað kemur hann at angra.