Lahm: Eg vil verða liðskipari

- Her eru ongir trupulleikar av nøkrum sum helst slag, sigur liðleiðarin hjá týska landsliðnum, Oliver Bierhoff.

 

Tað var í gjár, at verandi liðskiparin á týska landsliðnum, Philipp Lahm, segði við týska blaðið Bild, at hann eisini vildi verða liðskipari tá HM endaspælið er liðugt. Trupulleikin er bara, at Michael Ballack er vanliga liðskipari hjá Týsklandi og tað er bara orsaka av skaðum, at hann ikki er liðskipari í Suðurafrika. Tað var tí, at týskirmiðlar í gjár vildu vera við, at tað vóru trupulleikar í týska hópinum.

 

- Hetta ávirkar okkum als ikki. Hann tosaði bara erligt um hvat hann heldur. Honum hevur dámt væl at fáa meiri ábyrgd undir HM, og hann hevur eisini taklað tað væl. Philipp segði bara, at hann kundi hugsa sær at hildi fram sum liðskipari, men hann segði eisini at tað er upp til venjaran at avgerða tað, sigur týski landsliðsvenjarin, Joachim Low.

 

Týskland skal í kvøld spæla ímóti Spania í hálvfinaluni, sum verður leikt í Durban. Hesi bæði liðini vóru í finaluni fyri tveimum árum síðani í EM endaspælinum. Tá vann Spania 1-0.

 

- Vit vóru ikki nóg støðugur í 2008. Tá hevði eg sæð í dystinum undan endaspælið, at vit høvdu nakrar leikarar á høgum støði. Síðani tá er okkara samanspæl blivið væl betri, men fyri tveimum árum síðani brúktu vit nógvar kreftir uttan at hava tamarhald á dystinum, Tað er broytt nú og vit skapa trupulleikar fyri øll mótstøðuliðini, sigur Joachim Low.

 

Hálvfinalan verður í kvøld klokkan 19.30.