At spáa um framtíðina er altíð ringt. Og at gera seg klókan uppá, hvør av teim luttakandi í Prix Føroyar semifinaluni hevur møguleika at standa eftir millum teir 3 bólkarnar í finaluni, er heldur ikki lætt.
Men lætt er helst at taka munnin ov fullan, tí í teim 8 semifinalubólkunum eru mangir av royndastu tónleikarunum í Føroyum, teir, ið mettir verða at standa millum teir fremstu, men eisini nýggir og evnagóðir spírar hava vunnið sær pláss í semifinaluni.
Futt í aftur ferðingina
Prix tiltakið er helst ein avleiðing ? ein spíri ? av tí, sum einaferð kallaðist Futti á ferð, sum FUT skipaði fyri. Táverandi formaður felagsins, Fróði Vestergaard, gjørdist seinni samskipari í Norðurlandahúsinum og Prix Føroyar sá dagsins ljós.
Tað eru í ár 10 ár síðani fyrstu prixkappingina. Føroyskur tónleikur er nógv framfarin hesi árini, og eigur kappingin óivað sín lut í hesum.
Tað eyðkendi fyrstu tiltøkini, at ferðast varð kring landið. Við óføra mentanarhúsinum í Fuglafirði datt hetta burtur. Men nú er aftur ferðing á skránni, og óivað fegnast eittnú suðuroyingar um tað, tí teir eru ikki áfastir við restina av Føroyum enn, og sleppa ikki lættliga til Fuglafjarðar. Men nú er semifinalan í Suðuroynni. Og á ein hátt er ein partur av sjarmuni við fyrstu ferðandi tiltøkunum harvið komin aftur í aftur.
Nýtt og roynt eldri
Tey 8 nøvnini í semifinaluni 2005 hava hvør á sín hátt dygdir og vørumerki, sum hava livað og boðað frá góðsku, ella sum eru komin sum fok í hugaheim lurtarans, vunnið sær sess, men sum enn eru spennandi og nýggj.
Sermerkt er eisini, at í fleiri førum er talan um frontmenn, sum hava royndar og framúr tónleikarar aftanfyri seg. Og nakrir ganga aftur í fleiri bólkum. Kremið í føroyskari tónleikadygd er savnað, tó ikki í einum og sama potti.
Terji og Eyðun hava verið frammi í fremstu røð í mong ár, bæði saman og hvør sær. Stuttligt er á ein hátt, at hvør í sínum lag hava teir savnað tað, sum finst av úrvalstónleikarum í Føroyum. Terji við sínum gomlu føstufressavinum og Eyðun við Showmonnum. Her hittast høvdingar við sínum generalum.
Somuleiðis hevur Kristleif nakarar av teim somu aftanfyri seg, eins og Uni við Go Go Blues. Her verða roynd nøvn samantvinnað við nýggj, men stór nøvn.
Nøkulunda mitt í millum teir royndastu og teir nýggju, koma All That Rain, sum eru royndir ? eisini í prixhøpi ? og sum eru ?útbygdir? við nýggjum sangara og frontmanni. Ikki millum gomlu garduna, ikki nýggir, men tó væl samanspældir, eftir at hava verið millum virknastu bólkarnar í nakað nógv ár nú.
Somuleiðis standa Makrel sum nakað eitt sindur roynt, tó nokkso nýtt og enn í mennig.
Nýggju og spennandi nøvnini, sum skulu ? og óivað eisini fara ? at geva teim royndu ein skarpan gang, eru Lama Sea og Lawets. Báðir spennandi bólkar, ið tora og duga.
Alt góð finaluevni, men tá avtornar, og semifinalubylgjurnar hava nátt hæddina, sleppa bert 3 nøvn at standa eftir. Hvørt tað verða tey nýggjaru, tey eldru ella hesi hvørt um annað, er tað neyvan nakar, ið við vissu torir at meta um. Men eitt skilagott boð, sum eisini hevur verið frammi, er metingin um, at helst stendur onkur av teim royndaru seg væl allan teinin, meðan eisini onkur av teim yngru kreftunum koma um málstrikuna.