Ein skilir væl at bæði valevni fólkafloksins og sambandsfloksins í Vágu nú bráddliga eru vaknað við kaldan dreym, tí tátan við at stovna ein grunn við ongum lógarverki, ei heldur nakrari reglugerð, hana hevur veljarin í Vágum gjøgnumskoðað og so dyggiliga afturvíst, tað vístu tey til fólkatingsvalið.
Tá sami S.Å. Ellefsen í bløðunum roynir at yvirbevísa veljaran í Vágum um og skýrir teir, sum ikki atkvøddu fyri hesum neyðareggi, at vera ímóti tí fasta sambandinum um Vestmannasund, so nyttar tað so lítið at kasta torvmold í eyguni á vágafólki, tí veljarin í Vágum letur seg ikki lumpa enn einaferð.
Javnaðarflokkurin atkvøddi ikki fyri uppá kvamsvís at stovna grunn og harvið bjarga løgtingsumboðunum í Vágum undan tí støðu, sum løgmaður og Bjarni Djurholm høvdu sett teir í. Og hvør tann einasti veljari í Vágum visti, at hesin grunnur bert hevði eittans endamál, nevniliga at løgmaður framhaldandi kundi halda veljaran í Vágum fyri gjøldur.
Veljarin í Vágum veit eisini fullvæl, at fær fólkaflokkurin ta væntaðu framgongd í Suðurstreymi, soleiðis at hann fær ein tingmann afturat, so kunnu valevnini í Vágum seta tær treytir teir vilja, tí tá verða teir ? sum teir altíð hava verið ? eitt klípi í fólkaflokkinum, uttan nakra sum helst ávirkan.
Tað, sum hendi á landsfundi sambandsfloksins um vikuskiftið, vísti týðuliga, at sambandsflokkurin hevur útspælt sín leiklut sum størsti flokkur í Vágum, tí bæði umboð sambandsfloksins í Vágum mugu taka til takkar við, at formaður floksins framhaldandi er Edmund Joensen, og við honum sum formanni kunnu Vágarnar bara frøast yvir, at sambandsflokkurin ikki kemur í nakra samgongu tey næstu nógvu árini, við honum sum formanni.
Tí er javnaðarflokkurin einasta borganin fyri, at byrjað verður upp á tað fasta sambandið aftur, tað arbeiðið, sum samgongan undir leiðslu javnaðarfloksins loysti úr lagdi í 1988, men sum samgongan við fólkaflokkinum og sambandsflokkinum steðgaði hóast 80 mill. kr. vóru tøkar.
Orsøkin til at fólkaflokkurin og sambandsflokkurin eru so hart ímóti hesi ætlan, er heilt einfalt at niðurleggja flogvøllin í Vágum, tí hesi bæði mál eru tengd at hvørjum øðrum, um Vágoynni skal verða lív lagað.
Frank Davidsen