Lagt hald á nógv meiri rúsevni í ár

Higartil í ár hevur TAKS lagt hald á yvir dupult so nógv hassj sum í alt fjør.

 

Higartil í ár hevur TAKS lagt hald 5,3 kilo av hassji, sum er meiri enn dupult so nógv sum í fjør, tá TAKS legði hald á 2,1 kilo av hassji.  Harumframt hevur TAKS funnið 20,5 gramm av kokaini og 10,8 gramm av heroini.

 

Jens Chistian Olsen, tolleiðari, sigur við in.fo, at smuglingin fyrigongur bæði uppi á kroppinum og í posti og viðføri, og bæði við flogfari og skipi.

- Størsti parturin av hassjinum hevur verið smuglaður innvortis á fólki, sum kemur bæði loftvegis og sjóvegis, sigur hann.

 

Tollleiðarin sigur, at tað er ilt at siga við vissu, hví teir hava funnið tvær ferðir so nógv rúsevni í ár sum í fjør.

- Tað kann vera, tí at meiri verður smuglað. Samstundis síggja vit eisini at nógv fleiri ferðafólk koma til landið. Hetta kann vera ein orsøk, men vit vita tað ikki. Ein onnur orsøk kann eisini vera, at eftirlitið er vorðið betri, sigur hann.

 

Í longri tíð hevur TAKS einans havt ein narkohund, hóast løgtingið hevur játtað pening til ein nýggjan. Jens Christian Olsen sigur, at nú er TAKS í ferð við at skaffa ein eyka narkohund, sum fer at betra um eftirlitið. Harumframt hevur Tolleftirlitið eisini eyga við nýggjum smuglingarhættum.

 

- Tað er gott, at Tolleftirlitið hevur funnið tvífalt so nógv av hassji sum í fjør, men samstundis eisini órógvandi, um vit hugsa, at smuglingin kann vera vaksin samsvarandi. Ikki at gloyma tey sterkaru rúsevnini í hesum sambandi, sigur hann.

 

- Rúsevni hava eina ringa ávirkan á ungdóm okkara, og vit hava tørv á, at allir føroyingar standa saman við okkum í arbeiðinum at steðga smuglingini, sigur Jens Christian Olsen.

 

Hann minnir á, at øll kunnu hjálpa til at tálma skaðanum, sum smuglingin hevur við sær. Hevur ein varhugan av, at onkur smuglar, kann ein ringja dulnevnt til narkotelefonina á telefon 278278. Til ber eisini at seta seg í samband við ein tollara, sum ein kennir, ella ein ringir til løgregluna á tel. 351448.