Lagt hald á 454 hassjplantur

Í hesum døgum førir ákæruvaldið 10 sakir móti sonevndum plantasjuánarum, har narkoløgreglan hevur lagt hald á tilsamans 454 hassjplantur

Tað er ein víður týdningur um, hvat ein plantasja er.
- Í hesum førunum er talan um plantasjur líka frá trimum plantum til yvir hundrað plantir, sigur Stefan Møller Jørgensen, ákæri.
Fleiri av málunum umfata eisini hampfræ, sum í tali koma heilt upp móti 2000 frøum.
- Í fyrsta umfari er talan um tíggju sakir, sum vit hava valt at koyra mest sum í einum. Hetta hevur einki við revsingina at gera, men er meira gjørt av praktiskum ávum. Tá talan er um hassjplantur, verða tær sendar niður til Danmarkar til nærri kanningar, og tí skulu rættarkemikarar til Føroya at vitna, og tað er tí av fíggjarligum ávum, at vit royna sakirnar saman, sigur Stefan Møller Jørgensen.
14. februar verða øll tey saksøktu savnað á einum rættarfundi, tá ein narkopolitistur, sum hevur verið við til at kanna øll málini, verður avhoyrdur.
- Tað sama hendir tann 17. februar, tá rættarkemikarar úr Danmark verða avhoyrdir um ymsu hassjplanturnar. Og tað sigur seg sjálvt, at tað verður bíligari at fáa rættarkemikararnar at koma til Føroya einaferð, heldur enn at fáa teir at koma 14 ferðir, sigur Stefan Møller Jørgensen.
Hann sigur, at í útgangsstøðinum verður gingið út frá, at hvør hassjplanta gevur 36 gramm av hassji.
- Men hetta er sjálvandi nakað, vit skulu hava staðfest. Tað kann jú vera, at summar plantur geva 20 gramm av hassj, og tí er tað nakað, ið vit fáa kannað nærri, sigur Stefan Møller Jørgensen.