Samstundis sum tíðindafundur varð hildin í landsstýrinum í Havn, var tíðindafundur í forsætisráðnum í Keypmannahavn. Her endurtók Poul Nyrup Rasmussen tað, sum hann hevur boðað landsstýrinum frá í brævi fyrradagin. At stjórnin er sinnað at halda fram við samráðingunum, men at hetta ikki í sjálvum sær merkir, at Danmark nú viðurkennir Føroyar sum eina stjálvstøðuga tjóð.
Í hesum sambandi vísti forsætisráðharrin á, at íslendski serfrøðingurin, Gudmundur Alfredsson, ikki hevur tikið hædd fyri øllum viðurskiftum í frágreiðing síni.
? Vit hava víst á okkara støðu viðvíkjandi hesum spurninginum líka frá byrjan av, segði forsætisráðharrin.
Í samband við fundin millum Frank Jensen, løgmálaráðharra, og Høgna Hoydal, varaløgmann, í gjár, endurtók Poul Nyrup Rasmussen, at talan ikki verður um serstøk rættindi hjá føroyingum, um Føroyar fáa fullveldi. Føroyingar kunnu fáa somu rættindini sum aðrir norðurlendskir ríkisborgarar, staðfesti forsætisráðharrin.
Poul Nyrup Rasmussen segði, at stjórnin er sinnað at samráðast víðari út frá tí grundarlagi, sum higartil hevur verið brúkt.
? Men ynskja føroyingar at broyta samráðingargrundarlagið, so er stjórnin sinnað at samráðst út frá hesum í staðin, legði forsætisráðharrin afturat.
? Eg bíði eftir útspælinum, sum landsstýrið leggur fyri fundin hósdagin, segði hann.
Men samanumtikið kann sigast, at landsstýrið og stjórnin ikki eru samd um leistin fyri samráðingarnar í morgin. Hetta vísir brævaskiftið milum partarnar áðrenn fundin.
Meðan landsstýrið vil hava status yvir samráðingarnar og eina yvirlýsing, ið greitt sigur, hvørji mál, partarnir eru samdir um, so er stjornin ikki sinnnað at fara longur enn til at gera status yvir samráðingarnar.
Líkt er ikki til, at partarnir fara niður í smálutirnar. Teir eru samdir um ikki at viðgera einkultar spurningar, men heldur leggja seg eftir at fáa yvirlit yvir støðuna higartil. Hvussu langt eru partarnir komin, og hvat restar í til eina endaliga semju.