Lagt er upp til fyrsta valið

Hóast tað higartil ikki er komið fyri, at fleiri enn eitt valevni hava verið til formanssessin í Fótbóltssambandi Føroya, so kundi aðalfundurin leygardagin bent á, at nú skulu fleiri valevni skjótast upp

Tað er ongantíð komið fyri áður. Men á aðalfundinum hjá FSF leygardagin var tað okkurt, sum bendi á, at nú eru tað fótbóltsfeløg, sum vilja hava eina broyting í.
? Vit vilja hava nakað at velja í.
Tað segði Atli Gregersen, sum umboðaði SÍF, og sum segði seg sita við somu kenslu, sum formaðurin í VB hevði givið til kennar.
Tá ið tað verður sagt, at feløgini vilja hava nakað at velja í, so kann tað ikki skiljast øðrvísi, enn at tað skulu vera fleiri enn eitt valevni til formanssessin. Um tað verður soleiðis, tá ið fundurin verður tikin uppaftur leygardagin 20. mars, so verður støðan øðrvísi, enn hon hevur verið á øllum aðalfundunum, sum hava verið, síðani FSF varð stovnað í 1979.
Á fyrsta aðalfundinum varð Christian Olsen valdur til formann. Eingin stillaði upp ímóti honum. Í 1981 varð Tórleif Sigurðsson valdur til formann. Eingin stillaði upp ímóti honum.
Tá ið Tórleif fyri eitt sindur meiri enn tveimum árum síðani hevði boðað frá, at hann ikki fór at taka við afturvali, eftir at hann hevði verið valdur uttan mótvalevni í 20 ár, vóru fleiri møguligir formanskandidatar nevndir. Men tá ið freistin at skjóta formansvalevni var farin, var bara eitt uppskot til formann. Tað var Dánial Andreasen, sum aðalfundurin fyri tveimum árum síðani valdi uttan atkvøðugreiðslu.
Hesa ferð var eitt valevni, men hann varð ikki valdur. Fundurin varð útsettur. Um talan var um misálit á Frithleif Olsen, sum var tann einasti í uppskoti, ella um talan var um misálit á teir, sum høvdu skotið Frithleif Olsen upp og teir, sum stuðlaðu, at valið skuldi vera leygardagin, ber illa til at siga nakað um.
Frithleif Olsen boðaði sjálvur frá, at hann hevði einki ímóti, at fundurin varð útsettur. Hann tóktist ikki vera serliga fegin um, at hann møguliga fór at verða valdur til formann bara við undirtøku frá einum parti av feløgunum.
Eftir fundin skiltist tað á fleiri fundarluttakarum, at teir tóku undir við uppskotinum um at útseta formansvalið og nevndarvalið, tí teir vónaðu, at tað tær næstu vikurnar fer at bera til at mýkja støðuna, soleiðis at Fótbóltssamband Føroya og harvið føroyski fótbóltsheimurin ikki skal ganga í tveimum nærum eins stórum bólkum.