Lágprísfeløgini keypa 200 nýggj flogfør

Trý tey størstu lágprísflogfeløgini í Europa fara komandi árini at leggja stórt trýst á prísirnar á flogferðaseðlum

Útlit eru fyri, at prísinir á flogferðaseðlum í Europa fara at lækka komandi árini.

Í øllum førum ætla lágprísflogfeløgini at vaksa um sítt virksemið, og tað fer helst at kroysta onnur flogfeløg til at lækka prísin.

Heimasíðan hjá DR skrivar, at trý tey størstu lágprísflogfeløgini í Europa – Ryan Air, Easy Jet og Norwegian – í fjør keyptu 15 flogfør afturat verðandi flota, og feløgini ætla at vaksa flotan við umleið 180 flogførum komandi trý árini.

Roknað verður tí við, at hesin vøksturin í virkseminum hjá lágprísflogfeløgunum fer at leggja stórt trýst á ferðaseðlaprísirnar komandi árini.

- Vit fylgja væl við gongdini, og vit rokna við stórum trýsti á okkara prísir, tí tað verða fleiri setur at fáa, enn eftirspurningur verður eftir, sigur Knut Morten Johansen, samskiftisleiðari í norðurlendska flogfelagnum SAS.

SAS er eitt av teimum gomlu flogfeløgunum, sum fara at merkja øktu kappingina frá teimum nýggjaru og ágangandi lágprísflogfeløgunum, og SAS og onnur flogfeløg arbeiða av øllum alvi við at effektivisera raksturin fyri at kunna standa seg í øktu kappingini komandi árini.