Lagnuval í Afghanistan í dag

Í dag er forsetaval í Afghanistan. Hetta er annað forsetavalið, síðani Taliban-stýrið varð felt fyri átta árum síðani. Valið byrjaði klokkan hálvgum fýra í morgun okkara tíð, og valhølini lata aftur klokkan hálvgum eitt í dag.

Men Taliban hevur hótt við at forkoma valinum við at søkja at valstøðum og teimum, sum fara á val. Millum annað hevur rørslan sagt, at hon hevur sent fleiri sjálvmorðsbumbumenn inn í høvuðsstaðin Kabul.

300.000 afghanskir og útlendskir hermenn skulu tryggjað, at allir veljararnir sleppa at velja. 17 milliónir fólk eru skrásett sum veljarar.

Meiningakanningar hava víst, at verandi forsetin, Hamid Karzai, fer at vinna valið í dag.