Lagnustund hjá Svøríki í kvøld

Tríggir dystir verða í EM-høvuðsumfarinum, bólki 2 í kvøld. Teir eru:

 

Hvítarussland - Kroatia 15:15

Svøríki - Týskland 17:15

Russland - Makedonia 19:15

 

Svensku kvinnurnar hava tveir javnleikir ímóti Russlandi og Hvítarusslandi við sær til høvuðsumfarið, meðan Týskland hevur tveir sigrar. Tí er pískandi neyðugt hjá Svøríki at fáa okkurt burturúr dystinum í kvøld. Verjukempan, Johanna Wiberg skeiklaði knæið ímóti Russlandi, og hevur verið ivasom, men nú er rættiliga vist, at hon verður við ímóti Týsklandi. Svensku bløðini skriva, at ein annar avgerandi faktorur fyri at Svøríki skal fáa stig í kvøld er, at Grit Jorack hjá Týsklandi verður steðgað. Hon hevur verið sera týðandi í teimum trimum týsku sigrunum yvir Kroatia, Makedonia og Serbia í innleiðandi bólkinum.

Bólkur 1 í høvuðsumfarinum spælir í morgin. Tann stóri norðurlendski dysturin millum Danmark og Noreg byrjar kl. 19.15 í annaðkvøld.