Lagnunar speiðsemi

Onkuntíð kunnu sjálvt teir bestu films og sjónvarpsseriu skrivarnir ikki standa mát við lívsins speiðsemi. Mánakvøldið vóru øll fótbóltseygu í Onglandi vend í móti dystinum á Villa Park millum Aston Villa og Manchester City. Ein dystur millum tvey feløg, sum stríðast fyri at gerast ein partur av “The Big Four”. Men tað var eisini ein dystur millum Gareth Barry og Richard Dunne, sum hvør í sínum lang skifti um felag í summar

Premier League

Tað vakti stóran ans í fótbóltsheiminum, tá enski landsliðsleikarin Gareth Barry í summar skifti Aston Villa út við Man City. Í fjør var leingi líkt til at Gareth Barry fór at skifta til Liverpool, men keypið bleiv aldrin veruleiki. Barry misti liðskiparabandið og møtti nógvum mótgangi frá sínum egnu viðhaldsfólkum, fyri at vilja sleppa til Liverpool. Barry segði tá at hann vildi sleppa at spæla Champions League fótbólt. Tá tað so ikki eydnasti Aston Villa at vinna pláss millum fýra tey fremstu seinasta kappingar ár, var líkt til at Gareth Barry var á veg úr felagnum. Í hinum endanum stóðu Arsenal og Liverpool klár at taka í móti. Men tað heila endaði við at hann valdi Man City, sum í løtuni ikki spælir í Champions League. Tað fall ikki í góða jørð hjá Villa viðhaldsfólkinum, sum vildu vera við at Barry bara fór eftir pengunum. Barry var blivin ov stórur til Aston Villa.
Í Manchester fóru Mark Hughes og nýggju eigarnir í holt við at keypa inn. Tevez, Adebayor, Toure, Lescott, Santa Cruz og Barry. Tað merkti at Richard Dunne, liðskipari fram til nú, var í yvirskot í verjuni. Beint áðrenn flytingarvindeyga smekkaði í fyri í summar, fekk Dunne at vita at honum stóð í boðið at skifta til Aston Villa, og at tað ikki var brúk fyri honum í Man City. Dunne, sum eisini var liðskipari tá Man City spældi í Føroum móti EB/Streymi á sinni, tók av tilboðinum, men hann var ikki nøgdur við viðferðina, ið hann fekk frá leiðsluni. Hann gav ilt av sær í miðlinum og segði at hann var seldur móti sínum vilja. Richard Dunne, fýra ferðir kosin ársins leikari av viðhaldsfólkinum, var blivin ov lítið til Man City.
Mánakvøldið stóðu teir báðir so yvir av hvørjum øðrum, Gareth Barry í Man City búna og Richard Dunne í Aston Villa búna. Miðlarnir í Onglandi brúktu allan dagin at tosa um dystin. Um tað nú var rætt av Aston Villa viðhaldsfólkinum at “buha” eftir Gareth Barry. Millum annað fyrrverandi Aston Villa og Liverpool leikarin Stan Collymore, vildi í útvarpssending hava, at viðhaldsfólkini skuldu nýta høvið at takka Barry fyri árini í Villa, heldur enn at harta hann fyri at fara til City. Tað vóru tó ikki nógv rósandi orð til Barry, tá dysturin eina ferð byrjaði. Hann bleiv “buha’aður”, men tað tóktist tó ikki at ávirka hann nakað serligt.

Tað mátti henda!
Tá dysturin er eitt korter gamal, fær Aston Villa horna. Stephen Warnock sendir ein góðan bolt inn fyri. Inni í brotssteiginum er Richard Dunne hægstur og stútar bóltin í málið í 1-0. Ikki nokk við at Dunne, sum ikki var góður nokk til Man City, skoraði, hann vann bóltin í nærdysti við Gareth Barry – sjálvandi! Nú var klárt hjá øllum ítróttar skrivarum at hugna sær í hesu stuttligu hending. Craig Bellamy javnaði í seinna hálvleiki og dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Adebayor gjørdi tað móti Arsenal, Michael Turner gjørdi tað móti Hull City og Richard Dunne gjørdi tað móti Man City, men hvat verður tað næsta? Manchester United og Michael Owen skulu til Anfield 25. okt, tað kundi verið upplagt!