Lagnuløta bíðar í Hólmanum

Fuglfirðingar vera í heilt stórum vanda, um tað ikki eydnast at vinna úrtøku á Eiði

Í Fuglafirði rigga teir til at fara norður til Eiðis. Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í Hólmanum, og dagsskráin er greið:

 

ÍF er næstaftast við 13 stigum, og EB/Streymur er á áttanda plássi við 16 stigum. Um fuglfirðingar ikki seint seinnapartin fara at hava stig við sær aftur til Fuglafjarðar – og helst trý stig – so verður tað av álvara heitt undir teimum.

 

Um tað fer at eydnast ÍF at vinna fulla úrtøku, so verður EB/Streymur í støðu, sum tað ikki fyri so langari tíð síðani varð roknað við. Málmunurin hjá EB/Streymi er eitt vet betri, enn hann er hjá ÍF. Tað kann fara at hava týdning, um kappingin um at sleppa undan at flyta niður verður heilt tøtt.

 

Hjá ÍF er miðverjin Jens Joensen framvegis leikbannaður. Tað er ivasamt, um Jan Ó. Ellingsgaard er førur fyri at spæla. Hann er darvaður av vøddaskaða. Gunnar Christiansen er komin fyri seg eftir vøddaskaða.

 

Hjá EB/Streymi er liðformaðurin Andras Ó. Olsen komin fyri seg aftur, eftir at vøddaskaði darvaði so mikið, at hann ikki var førur fyri at vera við í søta javnleikinum á heimavølli ímóti Víkingi. Arnbjørn Hansen hevur verið darvaður av skaða í lærkrikanum. Hetta er ein av dystunum, har EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen vil hava Arnbjørn Hansen og Hans Paula Samuelsen at vera við í.