Lagnuløtur bíða B71

Um B71 skal varðveita sessin í bestu deildini ella ikki fer tíðin at vísa. Sandoyingar hava iðrað seg meiri um onkran stigamissin á heimavølli fyrr í ár, enn teir iðraðu seg um tapið í Runavík í gjárkvøldið.

Men sandoyingar eru greiðir yvir, at tað verður avgerandi fyri lagnuna, hvussu teir fara at standa seg næstu vikurnar. Sunnudagin fara teir at vitja HB, sum teir onkra ferðina hava lumpað í Gundadali. Og so verður tað rættuliga avgerandi, tá ið teir fyrst fara at fáa vitjan av Skála og so skulu til Klaksvíkar.