Triði síðsta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini verður á skránni seinnapartin í dag. FSF hevur ásett, at fyrsta bríkslið í øllum dystunum skal vera klokkan 14.30.
Hóskvøldið spældu HB og KÍ útsettan dyst í Gundadali. Úrslitið var 1-1, og nú hava øll liðini spælt 24 dystir.
Stóri dysturin í toppstríðnum verður í dag í Vági, har 07 Vestur fer at vitja. Um annað liðið fer at fáa fult í toppuppgerðini, so verður tað liðið ógvuliga væl fyri í kappingini um at røkka Formula deildini.
AB er triðja liðið í kappingini um at flyta upp. Argjamenn fara at vitja HB, og tað kann gerast rættuliga spennandi í Gundadali.
Í botninum verður sera spennandi uppgerð í Klaksvík, har B68 fer at vitja. Um KÍ ikki fer at fáa fult, so fer alt at benda á, at klaksvíkingar fara at flyta niður.
EB/Streymur hevur spælt væl seinastu ferðirnar, men ungu EB/Streyma menninir eru framvegis á aftasta plássi. Um tað skal eydnast samansetta liðnum at sleppa undan niðurflyting, so verður neyðugt hjá teimum at vinna, tá ið teir seinnapartin fara til Leirvíkar.
Víkingur-EB/Streymur: Bárður Mortensen kl. 14.30
VB/Sumba-07 Vestur: Høgni Hansen kl. 14.30
NSÍ-TB: Rúni Gaardbo kl. 14.30
HB-AB: Birgir Sondum kl. 14.30
KÍ-B68: Rói Jacobsen kl. 14.30
Støðan undan 25. umfari
07 Vestur 56
VB/Sumba 56
AB 55
TB 48
Víkingur 27
HB 23
NSÍ 23
B68 21
KÍ 19
EB/Streymur 16