Lagnuløta á Mølini

Talan er um endurtøku frá fyri einum ári síðani, tá ið heiðursmerkini stóðu upp á spæl, og tá ið Skála fór við øllum

UPPTAKT

Fyritreytirnar undan sunnudegnum á Mølini eru umleið tær somu, sum tær vóru, tá ið EB/Streymur og Skála fyri einum ári síðani hittust í síðsta umfarinum á Mølini. Ta ferðina spældu Eysturoyar feløgini um bronsuna, sum bæði feløgini høvdu møguleika at vinna fyri fyrstu ferð nakrantíð. Skála vann 1-0.
Í morgin er uppgávan hjá Skála at verja bronsuplássið, og so vóna teir, at havnarfeløgini fara at snáva soleiðis, at møguleikin hjá Skála verður størri at vinna betri skreyt enn bronsu, tá ið teir í síðsta umfarinum fara at spæla á heimavølli móti GÍ.
Á Eiði hevur tað rættuliga verið kapping um plássini tær seinastu ferðirnar. Men nú sær ikki heilt so gott út við fólki. Pacek er leikbannaður, og ein annar miðverji, Fróði Clementsen, hevur trupulleikar við rivjabeini, sum bera við sær, at hann verður neyvan førur fyri at spæla. Brian Olsen, sum seinastu ferðirnar hevur verið tætt at liðnum, varð skaddur undir venjing hóskvøldið.
Á hinari síðuni kemur tað væl við, at Hans Pauli Samuelsen, sum fyri stórum mánað síðani breytt bein í fótinum, hevur verið aftur og vant. Teir rokna við, at hann verður við. Kanska verður hann í fyrsta atløgu á beinkinum.
Higartil hevur eingin EB/Streymur spælari verið á landsliðnum. Tískil var venjingin í síðstu viku ikki órógva av Ísraels ferðini. Heldur var tað av veðrinum, at teir á Mølini vóru órógvaðir.
Jónhard Frederiksberg og Pauli G. Hansen eru komnir aftur úr Tel-Aviv. Á Skála tóku teir tað í síðstu viku eitt sindur róliga í illveðrinum, men í hesi vikuni hava teir aftur vant við fullari ferð.
Tað er greitt, at Bjarni Jørgensen verður ikki við á Mølini. Hann royndi at spæla á Sevmýri, men tað gekk ikki. Milic Curcic var leikbannaður seinast, men tað er eitt sindur ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla orsaka av skaða. Hanus Thorleifsson og Alexandur Johansen eru eisini eitt sindur ivasamir. Eingin teirra vandi við fullari ferð hóskvøldið.
Skála og EB/Streymur hava spælt tvær ferðir fyrr í ár. Í øðrum umfari endaði tað málleyst á Mølini, og í 17. umfarinum endaði fínur toppdystur á Skála 1-1.
Síðani tá hava EB/Streymur og serliga Sorin Anghel havt rættuligan undanvind, meðan tað hevur gingið eitt sindur meiri striltið hjá Skála.