UPPTAKT
Tað varð ikki roknað við tí undan kappingarbyrjan, og leingi tóktist tað bara vera ein spurningur um, nær tað fór at venda. Men tað hevur hilnast illa hjá VB, og undan síðsta umfarinum ber ikki til at síggja burtur frá møguleikanum, at fótbólturin í Vági skal fáa finna seg til rættis á øðrum støði næsta ár, enn teir hava gjørt tey seinastu árini.
Hvørki í 1. ella í 2. deild fer VB at flyta niður í dag. Men hjá báðum liðunum er møguleiki fyri, at tey enda á næstaftasta plássinum, og harvið skulu spæla kvalifikatiónsdystir um rættin at halda fram í deildini.
Um VB endar næstaftast í bestu deildini, so skulu teir spæla tvær ferðir ímóti TB um plássið í 1. deild. Tað hava vágbingar einki ímóti at sleppa undan. 2. deildarliðið sleppur sær undan næstaftasta plássinum, um teir ikki tapa ímóti LÍF á Vágseiði í dag. Men um 1. deildarliðið endar í næstbestu deildini, so verður tað líka mikið, hvørja endastøðu næstbesta liðið fer at fáa, tí so skulu teir undir øllum umstøðum flyta niður.
? Sjálvandi verður hugsað um, hví tað hevur gingið so av skriðuni. Men akkurát nú snýr tað seg um at savna allar góðar kreftir um avbjóðingarnar í dag. Tá ið kappingin verður liðug, verður liðug, verður næsta kappingarár viðgjørt, verður sagt úr Vági.
Øssur framvegis skaddur
VB fær í dag vitjan av B68. Toftamenn hava tryggjað sær luttøku í UEFA Cup næsta kappingarár, uttan mun til um teir enda á øðrum ella triðja plássi. Men teir vilja fegnir vinna silvurkrónurnar. Tí halda teir seg hava nógv at spæla fyri.
Hjá VB eru allir spælararnir tøkir. Eisini Slobodan Madzar, sum var leikbannaður, tá ið VB síðsta vikuskifti tapti á Eiði.
Øssur Hansen er framvegis so mikið skaddur, at tað ikki ber honum til at spæla við B68. Hinir, sum hava verið við tær seinastu ferðirnar, eru tøkir. Fróði Benjaminsen var leikbannaður seinast, men hann er við aftur. Jóhan Petur Poulsen sá reytt eftir neyðbremsu ímóti GÍ, men hann hevur longu sitið leikbannið av sær. Tað gjørdi hann mikukvøldið, tá ið B68 unglingarnir taptu 6?4 í bronsudystinum ímóti GÍ. Dysturin varð spældur á Skála.
Toftamenn síggja uppgávuna í Vági sum so mikið stóra avbjóðing, at teir ætlaðu sær suður til Vágs longu fríggjakvøldið.