Lagnuløta í Fuglafirði

Venjararnir eru samdir í, at tað liðið, sum vinnur trý stig í botnuppgerðini, fer at hava góðar møguleikar fyri at bjarga sær

Upptakt

Talan verður um lagnuløtu, tá ÍF sunnudagin fær vitjan av B68. Venjararnir báðir, Jón Simonsen hjá ÍF og Bill Jacobsen hjá B68, eru samdir um, at eydnast tað øðrum liðnum at fáa fulla úrtøku, so fer tað at síggja gott út hjá vinnaranum.
VB/Sumba skal spæla í Gundadali móti HB. Um VB/Sumba einki stig fær, so fer tað at vera upp til tey bæði, sum skulu spæla í Fuglafirði at gera av, hvør teirra framvegis skal spæla í Formula deildini.
- Við gongdini seinastu vikurnar í huga halda vit okkum hava møguleika ímóti HB og NSÍ, men sjálvandi er hetta lykladystur, heldur Bill Jacobsen.
- Tvær tær seinastu ferðirnar hevur samlaða úrtøkan verið seks stig. Lagið hevur verið gott alt árið, men sjálvandi styrkir tað um sjálvsálitið, at tað nú hevur koppað til okkara fyrimun. Tí halda vit okkum eisini hava møguleika móti EB/Streymi og HB, men sunnudagin er talan um sonevndan seks stiga dyst, heldur ÍF venjarin Jón Simonsen.
Allir fuglfirðingarnir eru tøkir. Bartal Eliasen hevur verið burturstaddur í vikuni. Hann skuldi koma aftur seinnapartin í dag og venja saman við liðfeløgunum í kvøld.
Á Toftum er Jann Ingi Petersen leikbannaður. Øssur Hansen, Ralph van Dooren og onkrir aðrir dragast við smáskaðar, men tað verður roknað við, at allir verða tøkir sunnudagin.
- Vit vita, hvat tað snýr seg um. Nú eru spælararnir væl fyri sinniliga og likamliga. Eingin venjing verður í kvøld, men vit eru allir uppsettir, sigur Bill Jacobsen, sum sigur seg hava stórt álit á sínum monnum.
- At ÍF ikki er at spæla við hava vit sæð tvær tær seinastu ferðirnar. Men vit fara at gera tað, sum vit kunnu. Tað ræður um trý stig. Um teir leggja seg á odda, so fara vit at spenna álopsbogan, og eg síggi fyri mær, at tað eisini fer at verða soleiðis hjá fuglfirðingar, sigur B68 venjarin, sum undirstrikar, at tað ikki er víst, at trý stig hesa ferð verða nóg mikið fyri at bjarga lívinum í bestu deildini.
- ÍF hevur víst, at teir eru væl fyri, og hóast fuglfirðingar í tveimum teimum seinastu umførunum skulu spæla móti oddaliðunum EB/Streymi og HB, so skal avgjørt ikki avskrivast, at teir kunnu fáa fleiri stig burturúr teimum báðum dystunum.