Lagnukvøld hjá United

Seinasta umfar í bólkaspælinum í Champions League verður í kvøld og í annaðkvøld og fleiri av ensku liðunum eru í vanda fyri at detta úr kappingini longu nú.

 

Einans Manchester City hevur tryggjað sær víðari luttøku, av ensku liðunum, meðan Chelsea, Manchester United og Arsenal mugu bíða til eftir dystarenda fyri at kenna sína lagnu í ársins kapping.

 

Manchester City liggur á øðrum plássi í bólkinum, aftan fyri Juventus. Fyri at vinna bólkin, má Manchester City vinna móti Borussia Mönchengladbach, samstundis sum Juventus ikki vinnur á Sevilla.

 

Manchester United liggur á øðrum plássi í bólkinum, eitt stig aftan fyri Wolfsburg, eitt stig framman fyri PSV. Um Manchester United vinnur sín dyst móti Wolfsburg, er felagið tryggjað víðari luttøku. Wolfsburg er tó eitt gott lið á heimavølli. Leygardagin tapti felagið fyrsta heimadystin í 30 dystir. Ein javnleikur kann vera nokk hjá reyða felagnum úr Manchester, men so má PSV ikki vinna móti CSKA Moskva. Um United skuldi tapt, má PSV eisini tapa.

 

Arsenal liggur á tríðja plássi, trý stig aftan fyri Olympiakos, sum er mótstøðuliðið í annaðkvøld. Setningurin er greiður, Arsenal má vinna dystin. Tó so, ein 1-0 sigur og ein 2-1 sigur er ikki nokk, av tí at Olympiakos vann 3-2 á Emirates. Sigur má tí antin vera við fleiri enn einum máli, ella má Arsenal skora minst trý mál.

 

Vinnarin av dystinum millum Chelsea og Porto verður eisini vinnari av bólkinum. Bæði liðini hava 10 stig, men Porto hevur ein lítlan fyrimun, við tað at teir vunnu 2-1 móti Chelsea í Lissabon. Á triðja plássi liggur tó Dynamo Kiev, tvey stig aftan fyri. Endar dysturin millum Chelsea og Porto við javnleiki, samstundis sum Dynamo Kiev vinnur, hava øll trý liðini 11 stig. Tá verður innanhýsis málmunurin avgerandi og hetta tryggjar framvegis Chelsea víðari luttøku. Sostatt er alt annað enn eitt tap gott nokk hjá Chelsea.

 

Annars eru Real Madrid og PSG víðari úr bólki A, Atletico Madrid og Benfica úr bólki C, Juventur og Manchester City úr bólki D, Barcelona úr bólki E, Bayern München úr bólki F og Zenit St. Petersburg úr bólki . 

 

Roma, Bayer Leverkusen og BATE Borisov kappast um seinasta plássið í bólki E og AA Gent og Valencia um seinasta plássið í bólki H.