12 lið hava longu vunnið seg víðari í kappingini, men fýra pláss eru enn eftir og í kvøld verða trý teirra avgjørd.
Størst spenningur er í bólki C, trý lið framvegis hava møguleika at spæla seg víðari, Napoli, PSG og Liverpool. Pláss er tó bara fyri tveimum. Í kvøld spælir Liverpool móti Napoli á Anfield, meðan PSG fer til Beograd at spæla móti Reyðu Stjørnu.
Napoli liggur á odda í bólkinum við 9 stigum, PSG hevur átta og Liverpool 6. PSG og Napoli koma víðari, um tey vinna sínar dystir. Liverpool má vinna móti Napoli, um teir skulu koma víðari. Vinna teir 1-0, koma teir víðari, tí teir hava skorað fleiri mál enn Napoli. Men skorar Napoli, má Liverpool vinna við tveimum málum, fyri at tryggja sær víðari luttøku.
Endar dysturin í Beograd við javnleiki og Liverpool vinnur móti Napoli, fer Liverpool víðari sum bólkavinnari og PSG endar nummar tvey.
Í bólki B stríðist Tottenham eisini fyri víðari luttøku, tá teir í kvøld fara til Nou Camp at spæla móti Barcelona. Teir kappast við Inter um annað plássið. Inter spælir á heimavølli móti PSV. Bæði Tottenham og Inter hava sjey stig, men Tottenham liggur frammanfyri orsaka av innanhýsis úrslitunum. Tí skal Tottenham í dag bara fáa sama ella betri úrslit enn Inter. Inter mugu vinna sín dyst og vóna, at Tottenham ikki vinnur, ella spæla javnt og vóna, at Tottenham tapir.
Í bólki A er longu greitt, at Atletico Madrid og Borussia Dortmund koma víðari, har skal bara avgerast, hvør endar nummar eitt og tvey. Atletico spælir á útivølli móti Club Brugge, meðan Dortmund spælir á útivølli móti Monaco. Atletico Madrid er undan dystinum tvey stig framman fyri Dortmund.
FC Porto hevur longu vunnið bólk D, meðan Schalke endar nummar tvey.