Landsstýrisfundur hevur í morgun verið um brævið, sum Javnaðarflokkurin sendi út í gjár, og nú klokkan 15 heldur fundurin fram á Gamla Apoteki. Á fundinum hevur landsstýrið umrøtt, um lønarkarmurin skal hækkast við 27 milliónum krónum, samsvarandi kostnaðin av lønarvøkstrinum hjá almennu fakfeløgunum, ella um karmurin skal haldast, og hesar 27 milliónir krónurnar skulu finnast innan verandi játtan.
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin tvíhalda um, at karmurin skal haldast, meðan Javnaðarflokkurin ikki vil gera sparingar, sum kunnu raka vælferðartænasturnar meint.
Portalurin frættur úr landsstýrinum, at gongd er á málinum, men at fundurin nú verður uppaftur tikin, tí nakrir trupulleikar hava verið millum flokkarnar, og nú skal enn ein roynd gerast, at røkka eini semju.
Sum skilst, hava landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum nátt teirra máli, meðan Javnaðarflokkurin hevur ilt við at finna neyðugu sparingarnar innan teirra málsøki.










