Upptakt
Higartil í ár hava tvørámenn bert vunnið tann eina landskappingardystin. Hetta var júst í grannauppgerðini ímóti VB, og einki er at ivast í, at TB nú ætlar sær ein sigur afturat, soleiðis at sleppast kann nakað burtur frá niðurflytingarvandanum.
Hinvegin er lítið at ivast í, at hjá vágbingunum neit júst hetta tapið sera fast, og ivaleyst var hetta eisini ein týðandi orsøk til, at fyrra kappingarhálva ? og harvið kappingarárið - háttaði sær somikið illa, sum tað hevur gjørt.
Tí er lítið at ivast í, at vágbingarnir leggja nógv fyri í grannauppgerðini hesaferð. Eisini hóast hetta kann merkja, at Suðuroyggin verður eitt fyrstudeildarlið fátækari komandi kappingarár.
Í mun til dystin móti HB er VB eisini munandi betri fyri, nú leikbann eru ruddaði burtur, eins og meira ella minni skaddir leikarar eru um at koma fyri seg aftur, so tað verður talan um eitt VB-lið í mest sum sterkastu uppstilling, sum fer á Eiðið sunnudagin.
Í TB skilja tey sjálvsagt álvaran í støðuni, og einki er at ivast í, at eisini teir fara eftir sigrinum sunnudagin. Kanska kann tað eisini vera ein sálarlig barlast hjá TB, at VB seinnu árini hevur staðið seg sera illa í grannauppgerðunum. Tvey ár á rað tryggjaðu sumbingar sær tilveruna í bestu deildini við júst sigrum á VB.
Nakað skerdir eru tvørámenninir tó. Dan Mortensen, sum undir nýggja landsliðsvenjaranum hevur luktað til landsliðshópin, er leikbannaður eftir gult kort seinast, og tað er sjálvsagt ein dyggur smeitur. Hinvegin er Tórður Mortensen tøkur, eftir at hann var leikbannaður seinast.