Lagnudystur hjá Kyndli

Grøna mansliðið má og skal vinna, um teir skulu hanga fast í oddastríðnum

 

 

Ein dystur verður í Atlantic Airways-deildini í dag, tá KÍF vitjar hjá Kyndli.

 

Kollfirðingar eru verjandi meistarar, og eftir eina trilvandi byrjan tykjast teir veruliga at hava funnið fótafestið seinnu umførini.

 

KÍF er nú oddalið í deildini, har tað er sera tætt millum liðini, sum stríðast um at koma í FM-finaluna. Eitt av hesum liðum er Kyndil, men hjá teimum gongur tað heldur striltið at halda taktina við hini liðini, og tí eru teir nú av álvara í vanda fyri at dragna úr oddastríðnum.

 

Tí er sigurin í dag eitt treytaleyst krav, um Kyndil framvegis skal halda fast í oddastríðnum.

 

Mansdysturin á Hálsi byrjar klokkan 16 í dag.