Í dag hittast ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum til ein fund, sum kann blíva ein tann týdningarmesti í teirri 53 ára longu søguni hjá evropeiska felagsskapinum.
Uppgávan á fundinum er at semjast um eina avtalu, sum skal fáa enda á skuldarkreppuni og bjarga felags gjaldoyranum, evruni. Men undan fundinum er greitt, at tað er ikki full semja um, hvussu farast skal fram.
Høvuðsspurningarnir, sum skulu fáast upp á pláss, eru tríggir. Í fyrsta lagi skal skuldin hjá Grikkalandi niðurskrivast millum 50 og 60 prosent, í øðrum lagi skal bjargingargrunnurin økjast úr 440 milliardum evrum í 1.000 milliardir evrur, og at enda skulu teir evropeisku bankarnir brynjast betur ímóti komandi kreppum.










