Lagnudagur fyri Evropa

Tað eru nakrir dagar í heimssøguni, ið verða sæddir sum serliga týdningarmiklir fyri framtíðina hjá fólkabólkum, tjóðum og heilum mentanum. Mangan verður tikið til, at tað eru sokallaðir lagnudagar.


Lítil ivi er um, at fyri Evropa sum eina heild, men serliga Bretland, er hetta ein slíkur dagur, nú bretar fara í valhølini og skulu svara ”Vera” ella ”Fara” til hendan spurning.


- Skal Stóra Bretland vera verandi limur í Evropeiska Samveldinum ella fara úr Evropeiska Samveldinum?


At talan er um eitt ómetaliga týdningarmikið val fyri bretar sæst kanska best aftur í, at eingin veruliga veit hvat hendir, um Bretland fer úr ES. Tað er sjálvsagt, at Bretland tekur ein part av sínum sjálvræði aftur, men hvørjar búskaparligu avleiðingarnar verða av eini slíkari avgerð eru torførar at meta um.


Flest allir búskaparfrøðingar hava tó ávarað bretum um ikki at fara úr ES, men tað tykist ikki heilt at rína við. Veljarakanningarnar eru nevniliga so mikið javnar, at tað er torført at spáa um úrslitið í dag.


Valhølini lótu upp klokkan sjey í morgun og lata aftur klokkan tíggju í kvøld. Væntað verður, at vallutøkan verður góð. 46,5 milliónir bretar hava skrásett seg til at atkvøða, og eru tað 150.000 veljarar fleiri enn tey, ið høvdu rætt til at atkvøða til tjóðartingsvalið í fjør.


Tað verður ein drúgv nátt hjá teimum, ið ynskja at sita uppi í nátt og fylgja úrslitinum. Bretskir miðlar meta, at tað verður ikki fyrr enn um fýra tíðina í nátt, at flestu av teimum 382 valhølunum eru upptald, so at tað ber til at fáa eina hóming av valúrslitinum.