Dagurin í dag er ein lagnudagur hjá fólkinum á ukrainsku hálvoynni Krim, tí í dag skulu fólk har taka støðu til, um hálvoyggin skal leggjast saman við Russlandi, ella um hon framhaldandi skal vera partur av Ukraina.
Vesturlendsk tíðindafólk, sum eru á Krim, siga, at meirilutin av teimum Russlands-sinnaðu fara at atkvøða fyri sameining við Russland, meðan tey, sum hella til Ukraina, fara at sita við hús í dag. Fleiri av teimum, sum eru ímóti at leggja Krim saman við Russlandi, eru longu farin haðani, tí tey bera ótta fyri, hvat fer at henda teimum, um hálvoyggin kemur undir russiskt ræði.
Umleið 60 prosent av fólkinum á Krim eru av russiskum uppruna ella vinarliga sinnað mótvegis Russlandi.
Ukrainskir talsmenn siga, at nú eru meiri enn 20.000 russiskir hermenn á Krim. Í gjárkvøldið ljóðaði, at russiskir hermenn høvdu hersett eitt gassverk í Ukraina.
ES og USA hava boðað frá, at tey viðurkenna ikki fólkaatkvøðuna á Krim, tí hon stríðir ímóti altjóða fólkarættinum. ST-aðalfundurin atkvøddi um tað sama í gjárkvøldið, men uppskotið fall, tí Russland brúkti sýtingarrættin.










