Tað stendur illa til hjá Danska fólkaflokkinum. Næstformaðurin í flokkinum, Morten Messerschmidt, er í løtuni ákærdur fyri svik og skjalasvik í samband við ein summarfund á Skagen, har Messerschmidt sambært ákæruvaldinum fekk 100000 krónur av ES ogn í sonevndu "Meld og Feld" skandaluni – og harafturat nýtti peningin til høvið, ið einki hevði við ES at gera. Tapir hann rættarsakina, kann væntast, at politiska yrkisleið hansara er liðug.
Verður hann fríkendur, so kann væntast, at Messserschmidt fer at bjóða Kristian Thulesen Dahl av um formanssessin.
Danski fólkaflokkurin væntar at fáa eitt ógvuliga keðiligt kommunuval, og stendur flokkurin bert til at fáa millum fimm og seks % av atkvøðunum.
Huglagið í flokkinum er merkt av spenningi, og stuðlar Pia Kjærsgaard avgjørt Messerschmidt í einum møgiligum tvídysti um formanssessin.
Ákæruvaldið fer eftir fongsulsrevsing til Messerschmidt. Komandi rættarfundur er hósdagin, har fleiri týðandi vitnisburðir skulu málbera seg.











