Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hevur bjóðar í dag til tíðindafund um stóru verkætlanina á Vestara bryggju.
Talan er væntandi um Sjóvinnuhúsið, ið nógv rok hevur staðist um síðstu árini. Sum Miðlahúsið skilur, so fer borgarstjórin helst at kunngera, at tað er Smyril Line, ið hevur keypt húsið og fer at umbyggja tað til gistingarhús.
Fyrr í vikuni spurdi in.fo stjóran í Smyril Line, um nakað hald var í søgunum, men ynskti stjórin tá ikki at gera viðmerkingar til málið.
Tórshavnar kommuna hevur annars brúkt fleiri milliónir krónur til at umbyggja bygningin til at hýsa skrivstovum.










