Ísraelska tjóðartingið skal mánadagin 14. juni atkvøða um at góðkenna eina nýggja stjórn.
Tað upplýsir tjóðartingsformaðurin, Yariv Levin.
Í nýggju stjórnin eru mótstøðufólk hjá sitandi forsætisráðharra, Benjamin Netanyahy. Hann hevur í 12 ár staðið á odda fyri eini høgrastjórn og stríðist fyri at varðveita valdið.
Nýggja stjórnin skal í fyrstu syftu verða undir leiðslu hjá høgratjóðskaparliga Naftali Bennett í tvey ár, síðani skal miðpolitikarin Yair Lapid, sum hevur verið drívandi megin í at skipa eina samgongu við átta flokkum, teirra millum einum arabiskum flokki, fyri at koppa Netanyahu úr sessinum.
– Tingið verður kallað saman fyri at gera av, um ein stjórn kann vera klár innan sjey dagar. Tað vil siga 14. juni 2021, sigur formaðurin í ísraelska tjóðartinginum.
/ritzau/Reuters