Lagnan hjá Liverpool avgjørd í Bulgaria

(Champions League) Liverpool skal helst vinna í kvøld, um vónin í meistarakappingini ikki skal bresta

Liverpool hevur havt eitt vánaligt kappingarár higartil. Enn ber til at bjarga tí. Liðið er hóast alt bara fýra stig frá Manchetser United, sum er nummar fýra í Premier League, og felagið kann enn avgera lagnuna í Champions League. Tað krevur helst ein sigur í kvøld á Ludogorets úr Bulgaria.

 

Les eisini: Jólagávur til Manchester City

 

Her er ein upptakt til dystirnar í bólki A, B, C og D, sum verða í kvøld.

 

Bólkur A:

Atletico Madrid kann við einum sigri á Olympiakos í Madrid tryggja sær víðari luttkøtu í Champions League. Seinast liðini spældu vann Olympiakos3-2  á Karaiskakis leikvøllin í Athen, har Føroyar vunnu á Grikkalandi.

 

Atletico Madrid hevur vunnið 19 av 21 heimadystum í Evropa, meðan Olympiakos ongantíð hevur vunnið í Spania. Fyri Atletico Madrid kemur tað væl við, at Mario Mandzukic.

 

Juventus hevur tapt báðar útidystirnar í bólkaspælinum higartil, men í kvøld ætla teir at seta Malmø FF uppá pláss. Søgan sigur, at Arturo Vidal byrjar inni við Fernando Llorente og Carlos Tevez.  og tað verður mett sum ein framrættað uppstilling. Allir mans eru tøkir fyri Malmø.

 

Støðan:

1. Atletico Madrid 9

2. Juventus 6

3. Olympiakos 6

4. Malmø 3

 

Malmø – Juventus (19:45)

Atletico Madrid  – Olympiakos (19:45)

 

Bólkur B:

Liverpool er í kempi kreppu í løtuni. Teir eru á útivølli móti Ludogorets. Vinnur Liverpool ikki og Basel fær stig, so er Liverpool úti. Mario Balotelli og Daniel Sturridge eru skaddir, so tað verður við Rickie Lambert á odda, at Liverpool í kvøld skal halda lív í Champions League vónini.

 

Støðan:

1. Real Madrid 12

2. Basel 6

3. Liverpool 3

4. Ludogorets 3

 

Ludogorets– Liverpool (19:45)

Basel– Real Madrid  (19:45)

 

Bólkur C:

Bayer Leverkusen liggur best fyri í bólki C, men enn kann alt henda. Vit sigri á Monaco kann týska liðið tryggja sær víðari luttøku í bólkaspælinum. Dysturin millum Zenit og Benfica byrjar longu klokkan 17.

 

Støðan:

1. Bayer Leverkusen 9

2. Monaco 5

3. Zenit 5

4. Benfica 4

 

Bayer Leverkusen – Monaco (19:45)

Zenit – Benfica (17:00)

 

Bólkur D:

Arsene Wenger kann í kvøld tryggja Arsenal víðari luttøku við einum stigi móti Borussia Dortmund. Arsene hevur í vikuni vart seg fyri ákoyringum frá einum av høvðuspartaeigarunum í felagnum, Alisher Usmanov, sum er um at blíva troyttur av at felagið ikki er kappingarført í teimum stóru kappingunum.

 

Støðan:

1. Borussia Dortmund 12

2. Arsenal 7

3. Anderlecht 2

4. Galatasaray 1

 

Arsenal – Borussia Dortmund (19:45)

Anderlecht – Galatasaray (19:45)