Lagnan hjá Blatter og Platini í føroyskum hondum

Forsetin í FSF er limur í kærunevndini hjá FIFA, ið skal taka støðu til suspenderingina av Blatter og Platini.

Fótbóltsheimurin var tikin á bóli mikudagin, tá etiska nevndin hjá FIFA kunngjørdi, at tey hava avgjørt at suspendera tveir av máttmiklastu persónunum í alheims fótbólti, forsetan í FIFA, Sepp Blatter, og forsetan í UEFA, Michel Platini. Orsøkin var, at bæði eru undir illgruna fyri fíggjarligt svik.


Etiska nevndin avgjørdi at fyribils suspendera teir báðir forsetarnar í 90 dagar, meðan málið koyrir, men bæði Platini og Blatter valdu at kæra avgerðina hjá etisku nevndini.


Sostatt skal kærunevndin hjá FIFA nú taka støðu til, um avgerðin hjá etisku nevndini skal standa við. Harvið er eisini líkt til, at ein føroyingur verður millum teirra, ið skal taka støðu til, um Blatter og Platini sleppa undan suspenderingini. Ein av limunum í kærunevndini er nevniliga FSF-forsetin, Christian F. Andreasen.


- Vit eru tólv limir í nevndini, men í smærri málum er ikki altíð neyðugt, at øll taka lut í viðgerðini. Men í einum so stórum máli, so verður helst øll nevndin innkallað. Tað vóru vit til dømis, tá støða skuldi takast til leikbannið hjá Luis Suarez og keypsbannið hjá Barcelona, sigur Christian F. Andreasen við in.fo.


FSF-forsetin greiðir frá, at kærunevndin er hægsti kærumyndugleiki í FIFA, men at teirra avgerðir kunnu kærast til Ítróttardómstólin CAS.


- Kærunevndin er hægsti kærumøguleiki í FIFA, og er har, at avgerðir hjá etisku nevndini og aganevndini hjá FIFA kunnu kærast til. Avgerðirnar hjá kærunevndini kunnu tó kærast til Ítróttardómstólin CAS í Lausanne. Men tað er óvanligt, at Ítróttardómstólurin CAS ikki tekur undir við avgerðini hjá kærunevndini.