Lagnan hjá TB/FCS/Royn verður avgjørd í komandi viku

(FM1) Hoyr samrøðu við Julius Vest Joensen, nevndarlim í Suðringum sum vil hava samstarvið at halda fram

Tað eru ikki øll sum ynska, at felagsliðið TB/FCS/Royn, eisini nevndir Suðringar heldur fram.

 

Í formansrunduni hjá FM1 var prátað við Julius Vest Joensen, nevndarlim hjá Suðringum sum hevur verið ein av eldsálunum aftanfyri, at Suðuroyggin skal hava eitt felagslið sum kann kappast við liðini norðanfjørðs.

 

Julius Vest Joensen sum minnist fortíðina hjá VB við gleði, og eisini skilur tey sum minnast fortíðina hjá TB við gleði staðfestir, at tað sum riggaði í gomlum døgum riggar ikki í dag við tí fólkagrundarlagnum sum er í Suðuroynni, og tí vónar hann, at felagsliðið kann halda fram í komandi tíðum.

 

TB hevur eykaaðalfund í komandi viku, ið avger um Suðuroyggin hevur eitt felagslið ella ikki. Julius Vest Joensen vónar av innasta hjarta, at ein meiriluti fæst fyri, at samstarvið heldur áfram.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við Julius Vest Joensen í formansrunduni í kvøld.

 

Á myndini sæst ein serlig troyggja Julius fekk frá spælarunum hjá Suðringum aftaná 1-0 sigurin á 07 Vestur í dag. 

 

Um gávuna skrivar Julius Vest Joensen á Facebook: "Herlut" at enda kappingarárið við einum sigri. Bleiv ikki sørt rørdur aftaná dystin, túsund takk fyri gávuna. Við at standa saman og trúgva uppá tað, so kunnu okur koma langt."