Tá lunnar vórðu lagdir undir at menna Smyril Line lat løgtingið í 1984 veðhald og tryggjaði harvið framtíðar ferðafólksambandið millum Føroyar og umheimin. Nú stóríløga skal gerast í nýtt skip eru aftur boð eftir løgtinginum. Stjórin í Smyril Line, Óli Hammer vónar, at tingfólk fara at taka undir við uppskotinum frá Javnaðarflokkinum um at hækka partapeningin og lovar hann, at hetta skal koma at gagna Føroyum, eins og almenna íkastið fyri fimtan árum síðani var við til at tryggja felagnum eina framtíð.
-Landið skal sjálvandi reka sín politikk, men tað er eisini umráðandi, tá vit eru so fá, at landið er við til at lyfta í felag við vinnuna, tá talan er um so stórar íløgur. Eg veit summi eru ímóti, at tað almenna skal fara uppí slíkt, men kann slíkt íkast frá tí almenna gera, at vit her varðveita og menna eina vinnu, so haldi eg, at hetta er skilagott fyri okkum øll sigur Óli Hammer og vísir somuleiðis til tann stóra týdning, sum nýggja Norrøna kann fáa fyri allan framtíðar ferðamannavinnupolitikkin.
-Onkur hevur sagt, at ferðavinnan skal vera eitt av okkara nýggju búskaparbeinum at standa á, og tí er eisini rætt, at vit øll virka saman. Tí er tað mín sannføring, at hetta er ein sera skilagóð íløga fyri føroyska samfelagið. Tað er ikki ov nógv sagt, at logistikkur verður eitt av lyklaorðunum í framtíðar Føroyum, og her kann nýggja Norrøna verða við til at fylla karmarnar út.
Hækka partapening
Aðalfundur var í Smyril Line fríggjadagin. Tá varð øll ætlanin við nýggju Norrønu umrødd og samtykt varð at hækka partapeningin úr teimum umleið 45 mill. kr. uppí 300 mill. kr. Á fundinum boðaði Knút Nolsøe, sum hevur verið nevndarlimur í 15 ár, at hann tók seg aftur, og í hansara stað valdi Vinnumálastýrið Christian Andreassen, advokat.
Smyril Line skrivaði í 1999 undir fyribilssáttmála við týska skipasmiðju um at byggja eina nýggju ferju, sum skal avloysa verandi Norrønu og kemur hon at kosta góðar 700 mill. kr. Fyri at styrkja Smyril Line fíggjarliga til hesa uppgávu er ætlanin at fáa nakrar nýggjar íleggjarar at seta pening í felagið. Teir nýggju íleggjararnir skulu skjóta á leið 125 mill. kr. í Pf. Smyril Line. Hækkanin av partapeninginum skal so saman við inntøkuni frá søluni av Norrønu nýtast til at gjalda eginpeningin í nýbygninginum. Pf. Smyril Line skal noterast á nýggja partabrævamarknaðinum, sum ætlandi kemur at virka næsta ár. Hetta skuldi sambart leiðsluni í SmyrilLine gjørt tað lættari hjá íleggjarum og partaeigarum at umseta partabrøvini.
-Tað eru sjálvandi tey, sum halda risaíløguna verða "det glade vanvid". -Til teirra vil eg bert siga: hyggið at hvat hendi í 84, tá landið veðhelt fyri 26 mill., sum síðani vórðu inndrignar seks ár seinni, soleiðis at landið einki misti. Hetta hevur verið ein náttúrligur útviklingur, sum vit føroyingar hava notið nógv gott av og sum í framtíðini kann gerast ein góð inntøkukelda sigur Óli Hammer.
Stjórin í Smyril Line ger greitt, at henda rutan ber bert eitt felag, og heldur at arbeiðið, sum er gjørt, má ikki detta niðurfyri. Hann vísir til kappingina frá tveimum flogfeløgum, so talan er ikki um nakra monopolstøðu. -Vit hava eina ótømandi kvotu at taka av, og tað er rísastóri marknaðurin í Europa. Vit hava eitt reint umhvørvi og eina náttúru, sum er nakað heilt fyri seg. Tað er ikki summar við sól, men so nógv annað. Tí mugu vit í felag marknaðarføra land okkara og londini í Atlantshavi, og tað krevur so av okkum, at vit arbeiða saman og royna at betra umstøðurnar á landi eisini. Her meti eg Ferðaráðið sum ein sera týðandi brikk til tess at samskipa arbeiðið.
Stjórin á Smyril Line heldur teirra konsept, har teir bæði hava flutning, gisting og útgerðir um hendi sum eitt sera gott konsept og tí eisini avgjørt vert at vága íløgur í.
Leiðslan í Smyril Line sigur í frágreiðing síni um verkætlanina, at íløgan í nýggja Norrønu er ein risaíløga í infrastrukturin millum Føroyar og umheimin, men gongdin í samfelagnum, vøksturin í búskapinum frá alivinnuni og oljuvinnuni, betringin í infrastrukturinum í Føroyum við undirsjóvatunlum, nýggjum ferjum til Sandoyar og Suðuroyar sigur, at nú er rætta løtan at gera hesa íløgu. Felagið metir eisini, at fíggjarliga kemur íløgan at løna seg, at íløgan gevur møguleika fyri stórum avkasti.
Verandi partaeigarar 1. rætt
Í sambandi við hækkan av partapeninginum er lýsing í blaðnum í dag, har verandi partaeigarar komandi tvær vikurnar hava møguleika fyri at at hækka sín partapening. Lógin sigur nevniliga, at verandi partaeigarar hava 1. rætt til at hækka partapeningin til kurs 100. Annars er avgjørt at hækka virði á partabrøvunum, soeliðis at partabrøv uppá 1000 kr. nú eru 3000 kr. verd. Tað nýggja er so eisini, at eingin einstakur partaeigari kann eiga meira enn 40% av samlaða partapeninginum.
Sum støðan er nú, so hava teir fingið játtaðar 50 mill. kr. í Hetlandi og 10 mill. kr. í Íslandi. Óli Hammer stjóri ivast ikki í, at stórur áhugi verður at tekna partapening millum føroyingar og metir hann talan verður um eina tveysiffrað upphædd, sum fer at verða teknað her. Framtaksgrunnurin hevur so lovað at lata 25-30 mill. kr. men treytin er tann, at ein stórur innskjótari kemur aftrat. Og her er tað, at kalkulerað verður við umleið 25 mill. kr. frá landinum. Sum støðan er nú, so stendur og fellur øll ætlanin við avgerðini á Føroya løgtingi. Aftrat hesum kemur so sølan av Norrønu uppá einar 50 mill. kr. Smyril Line skal í seinasta lagi 2. apríl vátta fyri týsku skipasmiðjuni, at tey 20% í eginpeningi eru í lagi umframt at fíggingin skal verða komin uppá pláss. Her eru samráðingar í løtuni við føroyskan peningastovn. -Eg havi góðar vónir um, at tingið samtykkir uppskotið frá Javnaðarflokkinum, tí tá er eginpeningurin komin uppá pláss. Landspartastjórnin í Slesvig Holstein, har skipið verður bygt, stuðlar eisini projektinum.
Hann vísir á eisini á, at stórur áhugi er millum útlendingar at seta pengar í verkætlanina. Harímillum er eitt norðurlendskt reiðarí, sum fegið vil seta nógvan partapening í, men tað er treytað av, at tað fer at eiga 51% av partapeninginum. Tað kemur so ikki uppá tal. Stjórin í Smyril Line er avgjørdur í hesum málinum, tí hann heldur tað vera skeivt, um meirilutin av partapeninginum fer á útlendskar hendur. Tá kunnu vit ongantíð vera trygg um, at skipið fer at verða brúkt til núverandi rutuna og ikki endar onkra heilt aðrastaðni. Hann vil ikki upplýsa, hvat reiðarí talan er um men váttar, at tað snýr seg ikki um DFDS, ið áður hevur røkt siglingina millum Føroyar og umheimin. Smyril Line hevði annars eitt gott samstarv við DFDS í fimm ár. Hann metir tó felagið vera ov stórt til at koma uppí nýggju ætlanina. Tað er so eisini umboð fyri Eimskip, og tí vilja teir heldur ikki fara inn í nakað tiltak á farmaflutningsøkinum, sum er kappingarneyti hjá Eimskip.
Enn er Norrøna so bert á tekniborðinum. Nógv arbeiði verður gjørt og er ætlanin at strekkja kjølin 1. apríl 2002. Skipið verður so sjósett í september og fer royndartúr í 2003. Tað verður latið eigunum 20. mars 2003.