Lagnan hjá Smyril liggur í hondunum á Sambandsflokkinum

Løgmaður fer ikki at taka stig til at kalla løgtingið saman at játta pening til stabilisatorarnar á Smyrli. Hann spælir bóltin yvir aftur til Johan Dahl, so nú er tað Sambandsflokkurin, sum situr við jokaranum Løgmaður er ikki sinnaður at taka stig til at kalla Løgtingið saman at játta pening til at gera stabilisatorararnar á Smyrli aftur.

Tað fer hann at gera sambandsmanninum, Johan Dahl, greitt seinni í dag.

Í síðstu viku heitti landsstýrið á fíggjarnevndina um at játta Strandferðsluni 8,8 milliónir til at umvæla stabilisatorararnar á Smyrli, tí teir eru í so ringum standi, at Smyril kann ikki brúka teir í vetur, tá ið veðrið versnar.

Men minnilutin í fíggjarnevndini, sum vóru umboðini fyri andstøðuna, blokeraðu fyri at málið kom til viðgerar. Tey mettu ikki, at hetta hevði skund, men at tað kundi bíða til Løgtingið kemur saman á Ólavsøku.

Hetta fekk í gjár Johan Dahl, løgtingsmann, til at heita alment á løgmann um at kalla Løgtingið saman at viðgera málið.

Ein av teimum, sum blokeraðu málið í fíggjarnevndini, var Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum.

- Tí er tað eitt sindur øvugt, at Johan Dahl, sum er næstformaður í hesum sama Sambandsflokki, nú vil hava Løgtingið samankallað at viðgera málið.

Tí fer Løgmaður í dag at svara Johan Dahl aftur, at er Sambandsflokkurin sinnaður at góðtaka, at málið verður viðgjørt í fíggjarnevndini, er landsstýrið sinnað at senda áheitanina niðan aftur í fíggjarnevndina.

- Fái eg trygd fyri, at Sambandsflokkurin er sinnaður at góðtaka, at málið verður viðgjørt, eri eg eisini sinnaður at senda fíggjarnevndina eina nýggja áheitan.

Hann sigur eisini, at forkvinnan í fíggjarnevndini er somuleiðis sinnað at kalla nevndina saman at viðgera málið.

- Góðtekur limurin hjá Sambandsflokkinum í fíggjarnevndini fyri at viðgera málið, er ikki nóg stór undirtøka fyri at blokera tað og so kann tað avgreiðast í einari handavending, sigur Løgmaður.