Tað er mangt sum bendir á, at lagnan hjá samgonguni verður avgjørd á páskum.
Tá Løgtingið kemur saman til fundar næsta mikudag, skal tingið taka støðu til, um tingmálið hjá Magna Laksafoss, »Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni«, skal takast aftur úr nevnd til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum.
Sambært Magna Laksafoss hevur uppskotið sum aðalmál at skapa karmar, sum eggja til vøkstur í grønu ravmagnsframleiðsluni og samstundis at stimbra nýtsluni soleiðis, at hon rættar seg eftir framleiðsluni.
Trupulleikin er bara, at uppskotið ber í sær, at netparturin hjá SEV verður lagdur í eitt sjálvstøðugt felag – óheft av framleiðarum og sølufeløgum.
Sum skilst er ikki semja um tað í samgonguni, og sum eisini skilst, so er tað krav frá Magna Laksafoss at taka undir við øðrum málum hjá samgonguni, at hetta málið verður samtykt.
Samgongan hevur ikki meiriluta í Løgtinginum, síðani Kristin Michelsen varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum. Men tað hevur samgongan saman við Magna Laksafoss.
Fólk, ið standa samgonguflokkum nær siga, at arbeitt verður dúgliga í páskafrítíðini at finna semju.
Men verður semja ikki funnin fyri tingfundin næsta mikudag, so er ógvuliga sannlíkt, at løgmaður skrivar út nýval.
Skrivar løgmaður út nýval mikudagin, so skal valið haldast í døgum frá 22. mai til 29. mai.
Eitt gott boð hevði tá verið leygardagin 25. mai, tí so slapst undan at órógva skúlarnar, sum nógva staðni verða nýttir sum valstøð.