Tað var longu í 2003, at Føryar søktu um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Og nú kemur hendan umsóknin endiliga til viðgerðar og atkvøðugreiðslu.
Føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum eru Jógvan við Keldu og Kári P. Højgaard, men hartil hevur Høgni Hoydal eisini atgongd til fundirnar gjøgnum sín status sum eykalimur hjá fólkatingsumboðunum.
Høgni Hoydal sigur, at tað er óvist, hvørja lagnu føroyska umsóknin fær, men tað hevur kortini stóran týdning, at nøkur umboð atkvøða fyri, sjálvt um vandi er fyri, at uppskotið fellur.
- Tað, sum hevur týdning, er, at málið ikki bara verður tagt burtur og at enda bara tyrvt. Tað er eitt næstan søguliga samt ting, sum hevur tikið undir við umsóknini, og tí hevði tað verið harmiligt, um málið bara varð tagt burtur, sigur Høgni Hoydal.
Hann vísir á, at tað verður neyðugt at broyta Helsingforssáttmálan, sum er tann instansur, ið regulerar alt norðurlendskt samstarv. Og sum er ber ikki Føroyum til at gerast sjálvstøðugur limur .
- Eg eri limur í sonevnda vinstra grøna bólkinum í Fólkatinginum, og hann vil atkvøða fyri. Eisini hevur danska delegatiónin vátta, at hon vil atkvøða fyri, tó at tað er eitt sindur óvist, hvussu nógvir limir fara til fundin, nú fólkatingsval er útskrivað. Men gera føroysku limirnir í ráðnum sína ávirkan galdandi, skuldi borið til at fingið málið samtykt, sigur Høgni Hoydal.
Men alt hetta verður so avgjørt á Norðurlandaráðsfundinum í morgin.