Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fer í dag at hava prát við andstøðuflokkarnar á tingi, fyri at vita, hvussu møguleikarnir eru fyri at føra politikk, nú hann leiðir eina minniluta samgongu.
- Floksleiðsla og starvsnevnd Javnaðarfloksins fara at hava fundir í dag, har m.a. støða skal takast til lagnuna hjá Gerhardi Lognberg í flokkinum, sigur løgmaður, og samsvarar hetta eisini við orðini hjá Gerhardi um, at hann er boðsendur á fund klokkan 18 í kvøld.
- Annars fari eg at fylgja við orðaskiftinum um løgmansrøðuna, og práta við andstøðuflokkarnar, fyri at vita, um til ber at finna eina búnað tilgongd úr íkomnu støðuni. Eg skilji, at nýval ikki hóvar nøkrum av pørtunum, sigur løgmaður, sum heldur, at samgongan hevur eitt skilagott samgonguskjal, sum hann vónar at sleppa at føra poitikk eftir.
Men heldur løgmaður, at tað er verleikakent at vænta sær stuðul frá stóru andstøðuflokkunum?
- Ja, eg fari at tosa við stóru andstøðuflokkarnar eisini, og eg kenni teir eisini so væl, tí teir vóru jú við í undanfarnu samgongu, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann váttar, at støðan við minnilutasamgongu er nýggj í føroyskum politiki, og tí trupul.
- Men ofta hevur verið spurt eftir hesum, tí hetta kundi verið ein skipan, sum fekk politikkin meira fram í ljósið, heldur en flokspolitikkin og flokslýdnið. Við minnilutasamgongu krevjast samráðingar og hetta gevur eisini andstøðuni møguleika fyri ávirkan. Ta hevði verið gott fyri politisku skipanina at roynt hetta, men hetta setir stór krøv, men er samstundis spennandi fyri allar partar, metir løgmaður, sum ikki í dag vil vátta, at hann serliga fer at royna at fáa minsta andstøðflokkin, Sjálstýrisflokkin, í sín part.
Umframt at kanna politiska landslagið í dag, skal løgmaður vera við, tá Javnaðarflokkurin tekur støðu til lagnu Gerhards í Javnaðarflokkinum.
Ja, hetta er mín dagsskrá í dag, segði løgmaður fyrrapartin, tá vit hittu hann í løgtinginum.