Í lagi við hægri avgjøldum

Flestu danir taka undir við, at myndugleikarnir leggja hægri avgjald á sigarettir, rúsdrekka og ósunnar matvørur. Tað vísir ein meiningakanning, sum DR hevur gjørt. 72 prosent av teimum spurdu siga, at tey ery fyri at hækka avgjaldið á sigarettum, 59 prosent eru fyri hægri avgjaldi á rúsdrekka, og 58 prosent taka undir við, at myndugleikarnir leggja hægri avgjald á ósunnan mat.

Tað er kortini lítið, sum bendir á, at stjórnin fer at hækka avgjøldini, tí hon ber ótta fyri, at so fara fólk at keypa vørurnar í grannalondunum ístaðin fyri, tí har eru tær bíligari enn í Danmark.

Herfyri kom fram, at síðani 2002 er prísurin á sigarettum fallin 10 prosent í Danmark, og at rúsdrekka er vorðið 15 prosent bíligari í sama tíðarskeiði.