Hóast Randi í Jógvanstovu er leirvíkingur, og fólkini á eystaru síða á Eystorynni ofta fara til Klaksvíkar í sjúkraørindum, ber hon ongan ótta fyri, at nakar skaði hendir við at leggja sjúkrahúsini saman. Í so máta er hon ikki lokalpatriotur.
- Eg haldi tað vera rætt, um endamálið at samskipa eitt vælvirkandi sjúkrahúsverk, og arbeiðið má gerast í samráð við starvsfólkini á sjúkrahúsunum. Tað má bera til at samskipa virksemið á trimum smáum sjúkrahúsum, sigur Randi í Jógvanstovu.
Í ætlanini liggur, at øll trý sjúkrahúsini skulu hava akutta móttøku.
Randi í Jógvanstovu sær annars fyri sær, at Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar fáa sergreinar so sum uppvenjing, og nú kann heldur ikki vera leingi, til eitt hospis, ið er ætlað fólki, sum liggja til tað síðsta. Eitt hospis kundi eisini verið á øðrum av teimum sjúkrahúsunum.
- Og hví í víðu verð skulu vit hava tríggjar stjórar? spyr Randi í Jógvanstovu.