Gerhard Lognberg skal ein av komandi døgunum boða løgmanni frá, hvørt hann stuðlar samgonguni, eftir at løgmaður hevur svarað fyrispurningi frá Gerhardi um lagnuna hjá Sandoyartunnlinum.
Svarið var ikki júst tað, ið Gerhard Lognberg hevði vónað, og nú er spurningurin so, hvørt Gerhard ger álvara av at taka stuðul sín til samgonguna aftur.
Sandoyar Syslu Javnaðarfelag stendur aftanfyri sín tingmann, Gerhard Lognberg, í hesum málinum.
-Vit standa aftanfyri Gerhard, eisini um hann velur at taka stuðulin til samgonguna aftur, sigur William Davidsen, formaður í felagnum.
Men metir felagið, at Gerhard Lognberg átti at slitið samstarvið við samgonguna?
- Ein fær kanska onki við at stinga í sekkin, men sum hann er viðfarin, so átti hann kanska tað, metir William Davidsen.
- Vit bakka okkara mann upp. Vit hava onki fingið hendanvegin í tvey valskeið, og vit fáa eftir øllum at døma onki. Hygg bara t.d. at tunnlinum til Dals, ella at Skúvoynni. Har hava pengar verið játtaðir, men onki hendir, sigur Willam Davidsen.
Svar løgmans er ikki góður tónlekur í oyrunum á sandoyingum, men enn er tó ikki greitt, um William Davidsen ger álvara av at melda seg úr javnaðarflokkinum, sum hann annars segði fyrr í vikuni.










