Tað var ikki bara hjá føroyska áskoðaranum, at lagið fekk eitt kvink rætta vegin leygardagin. Hóast keðiliga málið, sum Litava skoraði móti dystarenda leygardagin, so var føroyska avrikið væl og virðiliga góðkent frá áskoðarunum, og fyri sjálvsálitið í spælarahópinum var hetta helst eisini rætti heilivágurin undan ferðini til Frakland.
Leygarkvøldið slapp spælarahópurin eisini at taka sær av løttum uppi á Hotel Føroyum, har gist varð. Sosiala samveran stóð ovast á skránni, tá vit vitjaðu niðan á hotellið leygarkvøldið, og tað varð tikið meira enn álvarsligt, tá spurnarkapping var á skránni. Dómararnir báðir, Jógvan Martin Olsen og Birgir Hansen, stílaðu fyri, og hvør í sínum lagi royndu tey fimm liðini at stilla siktið rætt, tá spurningar um landalæru, støddfrøði, fótbólt og ymiskt annað stóðu á skránni.
Jens Marni sang
Avtala varð eisini fingin við Jens Marna Hansen, sum kom niðan á hotellið at syngja og spæla, og hetta varð bara riggað til mitt í loungini á hotellinum, har onnur áhugað so eisini kundu lurta eftir, meðan kollfirðingurin sang fleiri av sínum væl umtóktu løgum.
Sunnudagin sluppu spælararnir eina løtu heim til familjurnar, men steðgurin her var tó ikki langur. Klokkan fýra setti flogfarið hjá Atlantic kós móti Basel í Sveis. Býurin liggur heilt nær franska markinum, og hiðani varð so koyrt yvir til Danjoutin, har hópurin býr á ferðini.