Trygvi Mortensen stóð á odda fyri klaksvíkingum í ár. Hann hevur seinasta árið verið hjálparavenjari, men orsaka av, at Eyðun Klakstein hevði fingið bann, so stóð runavíkingurin við stýrisvølin í gjár.
Hann staðfestir, at hóast keðiligu gongdina hjá KÍ seinastu tíðina, so er fótbóltslagið í Klaksvík gott.
- Jú, tað er fínasta slag. Vit harmast sjálvandi um støðuna hjá besta mansliðnum, men kvinnurnar gjørdust aftur føroyameistarar í ár, og framtíðin er bjørt. So lagið er framvegis gott.
Tit fáa eitt stig á heimavølli ímóti HB – er tað til at liva við?
- Nei. Vit ætlaðu okkum øll stig, og nú vit standa við einum eru vit ikki nøgdir. Men liðini undir okkum taptu bæði sínar dystir, so okkurt fingu vit burturúr. Men úrslitið var rættvíst. Veðrið hevði sína ávirkan, og tað var trupult hjá báðum liðunum at spæla fótbólt. Men sum sagt, vit eru ikki nøgdir, staðfestir Trygvi Mortensen, sum aftur mikudagin verður í vanliga starvinum sum hjálparavenjari.










