Í lagi at bróta vallyftini

Teir flestu veljararnir í Danmark góðtaka, at tann nýggja stjórnin brýtur fleiri av teimum vallyftunum, sum flokkarnir aftan fyri stjórnina góvu veljarunum undir vallstríðnum. Tað sæst í einari meiningakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingske.

Í kanningini siga 55 prosent av teimum spurdu, at tey góðtaka lyftisbrotini, soleiðis sum búskaparstøðan í landinum er, og at tað er ikki rúm fyri lyftunum, nú búskapurin skal fáast aftur á beint. 37 prosent halda hinvegin ikki, at tað er í lagi at leypa frá givnum vallyftum.

Millum vallyftini, sum stjórnarflokkarnir góvu veljarunum, men sum ikki eru í samgonguskjalinum, kunnu nevnast millióningaskatturin, ein hjálparpakki til húsaeigarar og lyftið um, at eftirlønin skuldi standa við.