Leygardagin staðfesti ein undirrættur í Ísrael, at ísraelski herurin hevur ikki loyvi til at bróta hús hjá palestinum í Gaza-geiranum niður, men sunnudagin broytti hægstitættur avgerðina.
Síðani fimm ísraelskir hermenn doyðu í samanbresti við palestinar seinasta mikudag, hevur ísraelski herurin oyðilagt húsini hjá nógvum palestinum í Gaza. Sambært tíðindastovunum vórðu 88 íbúðarhús javnað við jørðina fríggjadagin, soleiðis at meiri enn túsund fólk gjørdust heimleys. Hildið verður, at umleið 11.000 palestinar eru vorðnir heimleysir, síðani tann palestinski uppreisturin byrjaði í september í 2000.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, sigur, at USA er ímóti tí, sum Ísrael ger. Powell, sum var í Jordan sunnudagin, segði á einum tíðindafundi, at amerikanska stjórnin vil hava Ísrael at gevast við at bróta húsini hjá palestinunum í Gaza niður.