Lagerbäck leggur frá sær

67 ára gamli Lars Lagerbäck er vorðin fólkahetja í Íslandi, har hann hevur ført A-landsliðið til sítt fyrsta endaspæl. Men EM-endaspælið í summar verður eisini tað seinasta við honum sum venjara. Í dag hevur hann nevniliga boðað frá, at hann gevst sum íslendskur landsliðsvenjari eftir EM-endaspælið.


- Hetta hevur verið ein sera trupul avgerð. Eg má bara viðganga, at eg ikki verði yngri. Høvuðsorsøkin er, at eg kanska burdi gjørt okkurt annað saman við familju og vinum, segði hann á einum tíðindafundi í samband við EM-úttøkuna í dag.


Lars Lagerbäck hevur staðið á odda fyri íslendska landsliðnum síðani 2011, og hann væntar, at hetta var tað sum venjari.


- Eg læsi ongantíð nakrar dyr, men eg vænti, at hetta er mítt síðsta lið. Annars má tað vera okkurt sera áhugavert, segði hann.


Á tíðindafundinum kunngjørdi hann liðið, sum hann hevur úttikið til EM-endaspælið í summar. Liðið sær soleiðis út:


Málverjar:
Hannes Þór Halldórsson, Bodö/Glimt
Ögmundur Kristinsson, Hammarby
Ingvar Jónsson, Sandefjord

 

Verjuleikarar:
Birkir Már Sævarsson, Hammarby
Ragnar Sigurðsson, Krasnodar
Kári Árnason, Malmö
Ari Freyr Skúlason, OB
Hörður Björgvin Magnússon, Cesena
Haukur Heiðar Hauksson, AIK
Sverrir Ingi Ingason, Lokeren
Hjörtur Hermannsson, Gøteborg


Miðvallarar
Aron Einar Gunnarsson, Cardiff
Gylfi Þór Sigurðsson, Swansea
Emil Hallfreðsson, Udinese
Birkir Bjarnsson, Basel
Jóhann Berg Guðmundsson, Charlton
Arnór Ingvi Traustason, Norrköping

Theódór Elmar Bjarnason, AGF
Rúnar Már Sigurjónsson, Sundsvall


Áleyparar:
Eiður Smári Guðjohnsen, Molde
Kolbeinn Sigþórsson, Nantes
Alfreð Finnbogason, Augsburg
Jón Daði Böðvarsson, Kaiserslautern