Lagdur undir morð - funnin deyður

Tann 48 ára gamli Gareth Huw Roberts bleiv av misgáum settur í samband við kvinnumorðini í Ipswich. Nú er hann funnin deyður.

Tá blaðið Daily Mail skuldi prenta eina mynd av Steve Wright, sum løgreglan setti í samband við tey nógvu kvinnumorðini í enska býnum Ipswich, prentaði blaðið av misgáum skeiva mynd. Maðurin, sum kom at standa á forsíðuni á blaðnum, æt ikki Steve Wright , men Gareth Huw Roberts.

Sambært The Independent høvdu Wright og Roberts verið vinmenn, og Daily Mail játtaði alt fyri eitt at rinda Roberts endurgjald fyri mistakið. Harafturat prentaði blaðið eina umbering.

Týsdagin varð Gareth Huw Roberts funnin deyður í íbúð síni í býnum Pwlhelli í Wales. Løgreglan vil ikki siga, hvørjum hann doyði av.