Christine Lagarde, sum er stjóri í altjóða gjaldoyragrunninum, IMF, fekk av at vita, tá hon var til avhoyringar í einum dómstóli í Paris seinnapartin, tí illgruni er um, at hon hevur verið uppi í korruptión.
Dómstólurin skal taka støðu til, um Lagarde kann verða ákærd fyri, at hon í tíð síni sum franskur fíggjarmálaráðharri lívgaði fíggjarmann, Bernard Tapie, sum er vinmaður fyrrverandi forsetans, Nicolas Sarkozy.
Tapie segði seg vera snýttan av bankanum Crédit Lyonnais, sum tað almenna eigur, men málið endaði við eini semju, sum Christine Lagarde tók stig til.
Hon setti meklarar at taka sær av málinum, og tá teir vóru lidnir við sítt, hevði Tapie fingið næstan tríggjar milliardir krónur í sín part.










